Sáttmálin longdur til fríggjakvøldið

Sáttmálasamráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum halda fram fríggjadagin.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini hava í kvøld avtalað at leingja sínamillum sáttmálarnar til fríggjakvøldið 2. mai á midnátt.

 

Partarnir hava samráðst uttan steðg síðan mánamorgunin, men eru í kvøld samd um at taka ein steðg í samráðingunum til fríggjamorgunin klokkan 10, tá samráðingarnar byrja aftur.

 

Samráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag eru tær fyrstu í komandi samráðingarumfari. Eftir at arbeiðarasáttmálarnir eru fingnir frá hondini bíða gott og væl 30 aðrir sáttmálan. Sáttmálin hjá arbeiðarafeløgnum er tí tann sáttmálin, sum leggur støðið. Tann hækking, sum arbeiðarafeløgini fáa, verður eisini grundarlagið undir øllum hinum sáttmálunum.