Sjóvar kommuna skrivaði í gjár undir sáttmála við byggifelagið Norðsetur um at byggja nýtt sambýli á Strondum. Tað vóru teir báðir, Helgi Olsen, stjóri á Norðsetur og Artur Johansen, borgarstjóri, sum skrivaðu undir.
Eftir sáttmálanum verður betongarbeiðið gjørt í vikunum 19-25, framleiðslan av elementurm fer fram í vikunum 22-29, uppseting og innilokan í vikunum 34-37, innrætting í vikunum 36-45 og tað seinasta verður so gjørt í vikunum 46-52.
Heldur ætlanin, verður klárt at taka heimið í nýtslu í ár ella fyrst í næsta ári. Tað skrivar kommunan á heimasíðu síni.
Sáttmálaupphæddin, íroknað mvg er 10.516.250,00 krónur.