Satsa upp á Havnina

Norðuratlantiska Tankasmiðjan hevur gjørt eitt tilmæli, sum greitt mælir útjaðaraøkjum til at satsa upp á býirnar í økunum. Tí sum tey siga, tað fer eisini at styrkja smáplássini. Alternativið er, at alt økið doyr út.

Tankasmiðjan mælir til: "at satsa upp á nakrar útvaldar býir. Samstundis mugu lokalpolitikararnir á smáplássunum verða nóg djarvir til at siga, at eitt sterkt sentrum eisini er gott fyri tey. NORA-økið verður bara dragandi, um vit klára at skapa dragandi býir og tað er ein fyrimunur fyri økini, um tey stuðla einari slíkari tankagongd"

Víðari sigur tilmælið: "Bara sterkir býir kunnu tryggja eitt norðuratlantiskt øki. Bara sterkir býir kunnu tryggja at borgararnir fáa tær tænastur, sum tey hava brúk fyri. Bara býir kunnu skapa eitt øki, sum er dragandi fyri ung at seta búgv í.

Í NORA-økinum, sum í restini av heiminum, eru tað bara býirnir, sum vaksa. Tey ungu flyta burtur frá øllum hinum økjunum. Men tað er ikki so, at tey ungu ikki vilja búgva í økunum. Tilmælið sigur frá ungum, sum fegin vilja flyta heim í sítt øki. Men trupulleikin er bara, at ynskini til karrieru, mentanartilboð og almennar tænastur ikki finnast, har tey eru uppvaksin.

Tí sigur tankasmiðjan: " Vit mugu síggja til at hava tilboð til teirra við kompetansu. Bara sterkir býir kunnu tryggja hetta. Bara soleiðis verður NORA-økið dragandi fyri ung"

Júst hesa niðurstøðu kom frágreiðingin hjá Norðuratlantsbólkinum til, sum var gjørd fyri Tórshavnar kommunu. 70 prosent av teimum, sum høvdu hug at flyta heima aftur, vildu búgva í Havn. So eisini í Føroyum er greitt, at tað er býurin, sum er dragandi fyri ung.

Hetta er júst tað, eg havi ført fram í valstríðnum. Eg havi afturat tí eisini gjørt vart við, hví kvinnur trívast betri í einum býi, heldur enn á bygd.

Eg havi eisini ført fram í valstríðnum , at orsøkin til at kvinnur trívast betri í Keypmannahavn er, tí at í Keypmannahavn eru fleiri og fjøllbroyttari størv til kvinnur enn á bygd. Og í Keypmannahavn eru fleiri aktivitets- og tænastutilboð, sum gera býin áhugaverdari.

Orsøkin til at tað eru fleiri størv og tænastutilboð til kvinnur er at fleiri fólk búgva í Keypmannahavn og tey búgva tættari.

Fleiri fólk sum búgva tætt skapa fleiri tænastustørv og aktivitets- og tænastutilboð til kvinnur.

Vit fáa kafeir, restauratiónir, frisørsalongir, handlar, serhandlar, vælverustøð, biografar, sjónleikarhús, list, designfyritøkur, reklamuvirki og eina rúgvu av øðrum tænastu- og aktivitetstilboðum og arbeiðsplássum, sum ikki eru á bygd. Somuleiðis hava býir fleiri størv til vælútbúgvin fólk. Sum kunnugt fáa fleiri kvinnur í dag hægri útbúgving enn menn.

Tí gevur tað meining at vit byggja tættari og fáa fleiri fólk at búgva innan fyri ringvegin og í miðbýnum.

So vit mugu skipa okkara bý og bústaðarseting øðrvísi, um vit vilja hava kvinnur og ung at búseta seg her.

Tað er sera týdningarmikið, at vit leggja eina ætlan fyri, hvussu og hví vit skulu broyta miðbýin, áðrenn vit í smáum fara at broyta her og har.

Ein broyting av miðbýnum má leggjast væl til rættis. Tórshavnar kommuna má seta tíð og neyðuga peningin av til at leggja ætlanina fyri miðbýin og býin innanfyri ringvegin.

Eg vil arbeiða fyri at vit øll kunnu trívast í Tórshavnar kommunu.