Sat ósekur í 27 ár

Thomas Haynesworth varð í 1984 á einum marknaðarplássi í Virginia peikaður út av eini kvinnu, sum meinti, at hann hevði neyðtikið seg. Seinni peikaðu fýra aðrar kvinnur á Haynesworth sum neyðtøkumann, tí tær meintu, at hann eisini hevði neyðtikið tær. Alla tíðina segði maðurin seg vera ósekan og helt uppá, at hetta mátti vera ein misskiljing.

Kortini varð Thomas Haynesworth sum 18 ára gamal ákærdur og dømdur í fongsul í heili 74 ár. Hann varð dømdur sekur í trimum av fimm umtalaðum neyðtøkum. Nú hann hevur sitið í geglinum í samfull 27 ár, er hann í vikuni leyslatin og funnin ósekur við ein dómstól í Virginia.

Tá málið varð tikið uppaftur eftir hesi mongu ár, vísa DNA-prógvini, at kvinnurnar, sum hildu seg kenna mannin aftur, mistóku seg og peikaðu á skeivan brotsmann.

Tað var i februar í 1984, at Thomas Haynesworth var á einum marknaðarplássi og keypti ymiskt til døgurða. Ein kvinna, sum varð neyðtikin einar tveir dagar frammanundan, helt seg kenna mannin aftur og segði einum løgreglumanni, sum var á leiðini, at tað var Thomas Haynesworth, sum hevði neyðtikið seg.

Nýggj DNA-prógv peika nú á ein seriu neyðtøkumann, sum líkist Haynesworth, og sum búði í sama grannalagi sum hin dømdi.

- Eg eri so glaður. Tað einasta, eg ynski, er, at navn mítt verður reinsað, sigur hin 46 ára gamli, Thomas Haynesworth.

Við nýggjari tøkni, sum ikki fanst í 80-unum, tá Hayneswort varð dømdur, er funnið fram til, at sáð, sum funnið varð í tveimum av umtalaðu kvinnunum, ikki kundi vera frá Thomas Haynesworth, men frá einum øðrum neyðtøkumanni, sum eisini situr í geglinum fyri neyðtøkur.

Ein av kvinnunum, sum í sínari tíð peikaði á Haynesworth, hevur eisini viðgingið, at hon mistók seg.

- Eg eri fegin um, at Thomas Haynesworth er vorðin fríkendur. Hann er ein ótrúliga sterkur persónur, og eg ynski honum alt gott, sigur hon við Washington Post.