- Eg hevði ikki sama lívsstíl sum hini børnini. Sum smádrongur var eg nógv sjúkur og javnan innlagdur á Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Sjúkan hevur meira ella minni ávirkað alt mítt lív.
Tað sigur kendi tónleikarin Kim Hansen, sum í síðstu viku varð lagdur undir skurð fyri at skifta mjødnina.
Kim Hansen er nevniliga føddur við einum feili í mjødnini, ið gjørdi at tað ikki var fyrr enn hann var fimtan ára gamal, at hann kundi ganga uttan nakað hjálpartól.
Nú var mjødnin tók so mikið slitin, at neyðugt var at skifta hana. Tað merkir samstundis, at tónleikarin má taka ein stuttan steðg frá tónleikaframførslum.
Les alla samrøðuna við Kim Hansen í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst í sølubúðum kring alt landið.