Sat í regninum í tríggjar tímar

Tað er ikki altíð greitt, hvør eigur ábyrgdina av teimum, ið detta niður ímillum í samfelagnum. Ein maður sat avdottin í regninum mikudagin, og hóast fleiri borgarar boðaðu løgregluni og sjúkraflutningstænastuni frá, slapp maðurin at sita úti í tríggjar tímar

Ein borgari í Havn gjørdist fyrradagin rættiliga skelkaður av framferðini hjá løgregluni og sjúkraflutningstænastuni, tá hann gjørdi vart við, at ein maður var rættiliga illa fyri í regninum í miðbýnum í Havn.

Borgarin, sum vil vera ónevndur, sigur, at hann visti, hvør maðurin var. Maðurin hevði fingið ov nógv at drekka, og var avdottin á økinum aftan fyri gamla Føroya Banka í Miðbýnum. Tað, sum verri var, var at maðurin sat í koyristóli, og at hann var innlagdur á sjúkrahúsinum við skaða.

 

Tá hann kom fram á mannin, hevði hann ligið har í ein tíma ella so, greiðir borgarin frá. Hetta visti hann, tí vinmaður hansara hevði sæð hann ligið har ein tíma frammanundan.

Boðini, ið hann fekk frá løgregluni, vóru, at eftirsum at maðurin var innlagdur á sjúkrahúsinum, so var tað ikki ábyrgdin hjá løgregluni, sigur maðurin. Haraftrat segði løgreglan, at hon visti av, at maðurin lá har, tí at onnur høvdu eisini boðað frá.

Sambært borgaranum vildi løgreglan vera við, at tað var uppgávan hjá sjúkrahúsinum at fáa mannin upp á pláss aftur.

Men frá sjúkrahúsinum var heldur eingin hjálp at fáa. Tá hann fekk fatur á sjúkrahúsinum vóru boðini tey, at maðurin var sjálvur stungin av við einum koyristóli, og Landssjúkrahúsið hevði ikki heimild at halda honum aftur - og sostatt heldur ikki heimild at fara eftir honum uttan víðari.

- Tað ljóðaði á teimum, sum tey vildu hava løgregluna at koyra mannin út aftur. Eingin svaraði heilt konkret, tað bleiv so luftigt.

- Tað, sum generar meg so nógv, tað er at tú letur eitt menniskja liggja soleiðis. Tað regnar allan dagin, og har liggur hann í oysregni. Tá tú so ringir og boðar frá, og einki hendir, so veitst tú ikki hvat tú skalt gera. Um tú ikki kanst ringja til politiið, og tú ikki kanst ringja til ambulansuna, hvønn skalt tú so ringja til?

Borgarin greiðir síðani frá, at hann helt tað ikki vera rætt, at maðurin skuldi sita soleiðis úti í regninum, tá sjúkraflutningstænastan ikki vildi koma eftir honum, so hann bað tey á sjúkrahúsinum um at melda mannin fyri at hava stolið ein koyristól. Hesum varð tó bara flent eftir, sigur hann.

Tá avtornaði hevði maðurin ligið í regninum í eini tríggjar tímar tilsamans, og tað gekk góður hálvurannar tími frá borgarin ringdi til løgregluna, til sjúkraflutningstænastan var eftir manninum.

 

Ikki skrásett í samdøgursfrágreiðingini

Tað er ikki heilt greitt á løgreglustøðini, hvat er farið fram, men boðini vóru givin víðari til sjúkraflutningstænastuna um mannin. Trupulleikin er, at einki er skrásett í samdøgursfrágreiðingini hjá løgregluni, og tí er torført at staðfesta, hvussu tilburðurin fór fram.

Vakthavandi frá fyrradegnum hevur gjørt greitt, at boðini vórðu givin víðari til sjúkraflutningstænastuna um at koma eftir manninum. Løgreglan kendi til mannin og visti eisini, at hann var innlagdur á sjúkrahúsinum. Haraftrat var hann rættiliga tungur. Løgreglan metti, at orsakað av skaðanum og vektini var ráðiligast at lata sjúkraflutningstænastuna at taka sær av manninum.

Bjarni Nattestad, vaktarleiðari á løgreglustøðini, ásannar, at tað er ikki nøktandi, at tílíkir tilburðir og fráboðanir ikki verða skrásettar í samdøgursfrágreiðingini. Í samdøgursfrágreiðingini sær hann, at nógv var at gera hjá løgregluni um tað mundið, men at hetta er kortini eingin umbering fyri ikki at skráseta tær fráboðanir, ið koma inn. Eisini í hesum førinum skuldi fráboðanin, ella fráboðanirnar, verið skrásettar.

- Tílíkt eigur at vera skrásett. Tað eigur at verða skrásett, at fólk ringja um tílíkt. So plaga vit at notera, at vit hava verið framvið, og at vit hava antin ikki gjørt nakað, ella at vit hava koyrt hann á sjúkrahús ella í fullubrummu, ella hvat so hendir. Men hetta er so ikki skrásett, sigur Bjarni Nattestad.

Bjarni Nattestad vísir víðari á, at hendir seg, at løgreglan fær nógvar fráboðanir inn á støðina í senn. Hóast tær allar ikki eru so álvarsamar, so merkir tað kortini, at tann, sum situr á støðini, hevur nógv at fáa skil á. Tá kann tað henda seg, at boðini verða givin víðari yvir radio, og arbeiðið á støðini heldur áfram, uttan at tað verður skrásett í frágreiðingini.

- Eg kann ikki útilukka, at tað ikki gleppur av og á - antin tí at vit eru upptikin við øðrum, ella tí at tann, sum fráboðar, ikki er nóg greiður, sigur Bjarni Nattestad.

Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá sjúkraflutningstænastuni.

 Politilóg

Tilburðurin frá fyrradegnum vísir tó á ein trupulleika, har fólk á ein hátt detta ímillum í skipanini, og at tey sostatt enda við at sita úti í kulda ella regni longri enn neyðugt og gott er.

Hevði tilburðurin farið fram í Danmark, hevði eingin ivi verið um, hvør framferðarhátturin hevði skulað verið, tí at í Danmark er ásett í løgreglulóg, hvørjar skyldur løgreglan hevur í tílíkum førum.

Tílík løgreglulóg er ikki í Føroyum, og umstøðurnar eru sostatt eitt sindur annarleiðis.

Bjarni Nattestad væntar tó, at hetta møguliga verður broytt við dagføringini av revsilógini og rættargangslógini, soleiðis at nýggj løgreglulóg verður partur av tí arbeiðinum.

- Í sambandi við dagføring av revsilóg og rættargangslóg verða nakrar broytingar gjørdar, og nøkur donsk lógaramboð verða sett í gildi í Føroyum. Hetta er heilt á byrjanarstøði enn, og tað ber ikki til at siga, um tað kemur, ella nær tað kemur. Men tað er í øllum førum tað, sum vit tosa um.

 Nógvar slíkar fráboðanir

 

Løgreglan fær so at siga hvønn dag fráboðanir frá fólki, ið hava funnið onkran, ið tey halda ikki vera føran fyri at ansa eftir sær sjálvum. Yvirhøvur er talan um fullar menn, sum løgreglan kennir frammanundan. Vanliga mannagongdin hjá løgregluni er at senda ein løgreglubil framvið at hyggja eftir persóninum og gera eina meting, um viðkomandi er førur fyri at ansa eftir sær sjálvum, sigur Bjarni Nattestad.

- Meta vit tað, at viðkomandi klárar at taka sær av sær sjálvum, so gera vit faktiskt einki við tað. Men er tað soleiðis, at viðkomandi er í einum standi, sum ger, at hann ikki kann taka sær av sær sjálvum, so gera vit tað við viðkomandi, sum vit meta er tað rætta, sigur Barni Nattestad. Hvat verður gjørt, er alt eftir, hvørjar umstøðurnar eru. Onkuntíð verða tey koyrd á Herbergið, onkuntíð í brummuna at sova rúsin av sær, og onkuntíð verða teir koyrdir heim.