Fótbóltur
Hóast Jón Rói Jacobsen ikki var við í hópinum, sum í gjár sparkaði gullið seinasta pettið til Aalborg, so fegnaðist hann eins og liðfelagarnir um stóra sigurin, sum nú var vunnin.
- Tað var sjálvandi keðiligt, at eg ikki var við í hópinum hesaferð, men upplivingin á stadion var heilt fantastiskt.
Og var ein løta sum hendan eisini nakað, sum tú hugsaði um, tá tú fyri tveimum árum síðani gjørdi sáttmála við AaB.
- Slettis ikki. Eg hugsaði um møguleikan at spæla í superliguni. Gullið er vanliga nakað, sum FCK og Brøndby stríðast um, so tað var ikki hetta, sum lá fremst í huganum tá.
Men hvør er so frágreiðingin uppá, at tit nú hava koppað øllum hinum?
- Eg haldi, at vit hava arbeitt ótrúliga væl saman sum ein eind gjøgnum alt árið. Undan kappingini mistu vit tríggjar profilar, og ein afturat varð seldur í vetrarsteðginum. Men vit hava alla tíðina staðið saman sum ein eind, og so hava vit tikið ein dyst í senn, sigur Jón Rói Jacobsen.
Ikki í ball
Í gjárkvøldið og í nátt var talan um sanna gullveitslu í Aalborg. Longu undan dystinum móti Brøndby var greitt, at spælararnir skuldu busstúr kring býin, um gullið kom til høldar, og sjálvandi varð rimmar gullveitsla eisini skipað.
Men føroyski landsliðsspælarin í hópinum var tó ikki partur av hesari. Við síðuna av fótbóltinum gongur Jón Rói eisini í skúla, og her stóð próvtøka á skránni klokkan átta í morgun. Og tí ráddi um at fyrireika seg til hesa. Ein setningur, sum tó ikki var serliga hugaligur.
- Sjálvandi vildi eg gjarna verið saman við liðfeløgunum og feirað gullið í kvøld. Tað er so eingin sum helst ivi um tað. Allur hópurin hevur arbeitt øgiliga hart fyri hesum, og tað er sjálvandi keðiligt, at eg ikki kann verða við. Men eg havi so eisini gingið í skúla alt árið, og próvtøkan er nakað, sum eg noyðist at raðfesta framum, sigur Jón Rói Jaocbsen, sum tó helst fær aðrar møguleikar til gullveitslu, nú tað enn resta tvey umfør av donsku kappingini.