Líkið, sum løgreglan í Danmark fann við Flinting Å á Lollandi leygarkvøldið, er eftir øllum at døma 48 ára gamla Minna Dahl Michelsen, ættað úr Havn. Líkið varð funnið í mýrilendi, og tað er einki sum bendir á eina brotsgerð. Tað letur til, at hon hevur verið óheppin og ikki sloppin upp aftur. Tá løgreglan fann hana, sat annað beinið fast í mýruni, skrivar Berlingske Tidende.
Politiið hevur ikki endaliga staðfest, at talan er um Minnu. Í hvussu so er ikki alment, men leitingin eftir Minnu er steðgað, nú løgreglan arbeiðir við at fáa eyðmerkingina endaliga upp á pláss.










