Tann 58 ára gamli týski stuttleikafiskimaðurin Hagen Schneider hevði sitið á kjøl í 17 tímar, tá norski bjargingarbáturin "Peter Henry von Koss" kom fram á hann og tók hann upp klokkan níggju í morgun.
-Eg fekk ongan fisk og skuldi fara innaftur klokkan seks í gjárkvøldið, tá ein alda brádliga holvdi bátin, sigur týskarin við norska kringvarpið NRK.
Hann og sonurin høvdu leigað eina smáttu uttan fyri Rekefjord í Sogndal í Suðurnoregi, og tað var sonurin, sum boðaði løgregluni frá, tá tann eldri ikki kom aftur til ta ásettu tíðina í gjárkvøldið. Myndugleikarnir sendu ein bjargingarbát og eina tyrlu at leita, men tey sóu einki í myrkrinum.
Ímeðan var Schneider sloppin upp á kjøl. Hann sigur við NRK, at tað var ikki lætt at sleppa upp á bátin, og at tað tók drúgva tíð. Hann er sannførdur um, at hevði hann ikki havt bjargingarvest, hevði hann ikki sloppið við lívinum.
Í lýsingini í morgun fór bjargingartænastan aftur at leita, og klokkan níggju kom "Peter Henry von Koss" fram á bátin og mannin, sum tó róku úti fyri Lista.










