Sasha og Lugi vunnu annan dystin á rað

Aleksandar "Sasha" Lacok og liðfelagarnir hava fyribils vent vánaligu gongdini

Nú gongst betur hjá landsliðsmálverjanum, Aleksandar "Sasha" Lacok og liðfeløgunum í Lugi í næstbestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Seinnapartin spældi Lugi dyst á útivølli móti Lagan, og annan dystin á rað eydnaðist Lugi at fáa fulla úrtøku. 

 

Í dag vann Lugi dystin 35-28. Heimaliðið var væl við fyrra partin av fyrra hálvleiki, og eitt skiftið var støðan javnleikur 9-9, men eftir tak fekk Lugi betri tak á dystinum. Í steðginum var Lugi á odda 17-14.

 

Lugi er níggju í deildini við 13 stigum fyri 15 dystir. Lugi hevur nú seks stig niður til liðini, ið flyta beinleiðis niður í triðbestu deildini. 

 

Seinasti dysturin hjá Lugi undan vetrarsteðginum verður leiktur komandi sunnukvøld klokkan 19.30. Tá tekur Lugi móti Vinslöf á heimavølli.