SAS-vanlukka kravt 118 mannalív

Flogfarið úr Milano til Keypmannahavnar gjáramorgunin datt niður eftir samanstoyt við eitt lítið týskt flogfar.


 

Tað var tjúkt í mjørka í Milano, tá vanlukkan hendi. SAS-flogfar nr. 886 var júst farið á flog, tá tað stoytti saman við eitt lítið týskt Cessna-flogfar. Sambært italsku myndugleikunum kom tað týska flogfarið inn á kósina hjá SAS-flogfarinum.

 

 

 

Eldur kom beinan vegin í SAS-flogfarið, sum síðani datt niður í ein ferðagóðsbygning í floghavnini.

 

 

 

Skrivstovan hjá SAS í Keypmannahavn segði á middegi í gjár, at vanlukkan hevði kravt 118 mannalív.

 

 

 

Umborð á flogfarinum vóru 104 ferðafólk og manningin, sum taldi seks. Millum 15 og 20 danir vóru við flogfarinum, 64 vóru italiumenn, og hini vóru úr ymsum londum.

 

 

 

Tey fýra, sum vóru í tí lítla týska flogfarinum, lótu eisini lív eins og fýra fólk, sum vóru stødd í ferðagóðsbygninginum.

 

 

 

Í Kastrup-floghavnini í Keypmannahavn vóru fleiri fólk komin at taka ímóti, tá tey fingu at vita um vanlukkuna.