SAS trupulleikar við at lenda í Vágum í dag

Tað er mjørki og vindur í Vágum, og tað er orsøkin til, at eitt SAS flogfar fyri áleið einum tíma síðani vendi við og setti kós aftur í móti Danmark. 

 

 

Tí tað letur til, at ringa veðrið í dag ávirkar alla flogferðslu.

 

 

- Veðrið í Vágum er ringt júst nú. Hann er beinur sunnan og tað er nógvur vindur og mjørki, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn. 

 

  

 

- Hann sigur frá ringum veðrið allan dag, so tað er vandi fyri, at tað ávirkar flogferðsluna meira, sigur Jákup Sverri Kass. 

 

 

RÆTTING klokka 14.49: Atlantic Airways sigur, at hóast ringa veðrið eru eingir trupulleikar hjá Atlantic flogførum at lenda í dag. Tó hava onkrar seinkingar verið orsaka av veðrinum. Men Atlantic flogførini hava lent.