SAS søkir um konkursverju í USA

Ein amerikanskur dómstólur hevur fingið eina um sókn frá SAS um konkursverju.

 

SAS hevur í dag latið inn umsókn um konkursverju við ein dómstól í USA.

Í tíðindaskrivi í morgun upplýsir SAS, at felagið hevur latið eina umsókn til dómstól í einum rættarøki New York. Her søkir felagið um at fara undir tað, sum eitur eitt chapter 11-mál.

Í stórum merkir tað, at SAS hevur biðið ein dómstól um at seta seg fyri borðendan í samráðingum við kreditorar hjá felagnum.

Í tíðindaskrivinum skrivar SAS, at endamálið við eini chapter 11-umsókn er, at »framskunda broytingina av SAS við at seta í verk grundleggjandi partar í SAS Forward-ætlanini«.

SAS Forword er heitið á bjargingarætlanini, sum SAS-leiðslan hevur lagt fram. Hon inniber millum annað skerjingar í útreiðslum til starvsfólk eins og nýggjan kapital.

Umsóknin kemur dagin eftir, at samráðingarnar millum SAS og flogskipararnar í SAS Pilot Group endaðu úrslitaleysar. Sambært heimasíðuni hjá SAS eru 35 SAS flogfør avlýst úr Keypmannahavn í dag orsakað av miseydnaðu samráðingunum.

/ritzau/