SAS skal spara milliardir

Danski og svenski staturin skulu eiga meira í SAS, og milliardir skulu sparast, verður sagt í bjargingarætlan

Næsta árið fram ímóti 2022 skal sparast tað, sum svarar til 2,8 milliardir danskar krónur í flogfelagnum SAS. Tað sæst í teirri bjargingarætlan, sum SAS legði fram í gjár.

Ætlanin byggir millum annað á, at danski og svenski staturin skjóta nýggjar pengar í felagið, sum eisini førir við sær, at danski og svenski staturin økja sínar ognarlutir frá umleið 14 prosentum til 20 prosent.

Tilsamans skal bjargingarætlanin tryggja SAS nýggjar pengar í kassan – frá teimum báðum ríkjunum, men eisini frá øðrum pørtum – fyri 8,5 milliardir krónur.

Ætlanin hevur fingið stuðul frá bæði donsku og svensku stjórnini eins og triðstørsta partaeigaranum, Knut og Alice Wallenberg Fondet.

Bjargingarætlanin skal fáa SAS gjøgnum teir trupulleikar, sum útbrotið av koronuvirus og avmarkingarnar av tí hava havt fyri altjóða ferðing.

SAS roknar ikki við vanligum rakstri aftur fyrr enn í 2022. Tí er ein stórur partur av bjargingarætlanini at minka um útreiðslurnar, so tær hóska til tær fallandi inntøkurnar.

Tær spariætlanir kunnu longu merkjast hjá starvsfólkunum í SAS. Í gjár upplýsti SAS, at tey høvdu sagt næstan 1600 fólkum úr starvi í Danmark. Samstundis er SAS við at fáa fløgførini á flog aftur. Fleiri rutur verða tiknar uppaftur, sum skulu tryggja, at SAS skjótast fer at fáa inntøkur frá ferðafólki aftur.

/ritzau/