SAS ringa ávirkan á botnlinjuna hjá Atlantic

Nýggja kappingarstøðan hevði neiliga ávirkan á raksturin hjá Atlantic Airways í 2017, skrivar flogfelagið í dag

- Atlantic Airways hevði tríggjar milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2017. Hóast ársúrslitið er munandi lakari enn árið fyri, royndist árið betur enn væntað, og stundvísið í fráferðum batnaði fjórða árið á rað. Nýggja kappingarstøðan hevði neiliga ávirkan á raksturin hjá Atlantic Airways í 2017 – m.a. orsakað av lægri ferðaseðlaprísum í rutuflúgvingini. Tó høvdu økt leiguflúgving og søla av seinasta RJ-flogfarinum jaliga ávirkan á ársúrslitið, skrivar felagið í tíðindaskrivi eftir ársaðalfundin í dag.

 

 

Felagið skrivar, at Atlantic Airways hevði 3,3 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2017, ið eru 24,7 milliónir krónur lægri enn í 2016, tá ið avlopið eftir skatt var 28,0 milliónir krónur. Inntøkurnar tilsamans lækkaðu úr 524 milliónum krónum í 2016 niður í 515 milliónir krónur í 2017. 280.000 ferðafólk flugu á rutunetinum hjá Atlantic Airways í 2017, ið er eitt prosentstig lægri enn í 2016. Ferðafólkatalið umvegis Vága Floghavn øktist 17 prosent í 2017. 

 

 

 

- Atlantic Airways setir Føroyar og føroyingar fremst dag og nátt. Tað gleðir meg, at hóast harða kapping hava føroyingar og útlendingar tikið so væl undir við felagnum og farleiðum okkara, og at felagið hóast stórar broytingar í lønseminum megnaði at fáa rakstrar- og gjaldførisavlop í 2017, staðfestir Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airwaysí tíðindaskrivi. 

 

 

Gjaldførið var 139 milliónir krónur við árslok 2017, og tað eru níggju milliónir krónur hægri sammett við ársbyrjan, tá felagið hevði 130 milliónir krónur í tøkum peningi. Nevndin sigur seg fegnast um, at stundvísið við fráferðir alsamt batnar.

 

 

Í 2017 var flogið rættstundis í 87 prosentum av øllum fráferðum – t.e. seinking styttri enn 15 minuttir. Talan er um eina øking á eitt prosentstig sammett við 2016. Samanumtikið hevur íløgan hjá flogfelagnum í tøknifrøðina RNP AR 0,1 havt við sær, at stundvísið er batnað 12 prosentstig seinastu fýra árini, skrivar felagið. 

 

 

- Atlantic Airways leggur stóran dent á at menna føroysku ferðavinnuna bæði innan- og uttanlands. Ábendingar eru um, at føroyska ferðavinnan komandi árini fer at vaksa enn meira. Væntandi gistingarmøguleikar eru tó ein fløskuhálsur fyri menning av bæði føroyskari flogferðslu og ferðavinnu. Tí eru Atlantic Airways og LÍV farin í gongd við nýggja hotellverkætlan í Havn. Nýtt hotell við umleið 130 kømrum, verður bygt og tikið í nýtslu fyrra hálvár 2020. Útboðið  av flogsetrum hevur ongantíð verið størri enn nú, og tað hækkar nakað aftrat, tá ið Atlantic Airways á vári 2019 fær eitt nýtt Airbus A320neo flogfar í flotan. Flogfarið, ið hevur 174 setur, hevur lægri oljunýtslu og lægri CO2 útlát enn verandi Airbus flogfør. Rutunetið er seinnu árini víðkað til at fevna um beinleiðis fráferðir úr Vágum til Keypmannahavnar, Billund, Aalborg, Bergen, Reykjavíkar, Edinburgh, Barcelona, Mallorca, Lissabon, Malta og Gran Canaria, skrivar nevndin í tíðindaskrivi og sigur, at felagið er til reiðar at taka við nýggjum avbjóðingum. 

 

 

 

Øll nevndin var afturvald á aðalfundinum í dag, og Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður.