Air Greenland ætlar at skifta tann gamla tyrluflotan út við nýggjari tyrlur. Á eykaðalfundi legði felagið umbøn fram, um at keypa tríggjar tyrlur av slagnum EC155 fyri 105,1 millión krónir. Tær skulu koma ístaðin fyri fýra tyrlur av slagnum Bell 212.
Men á eykaaðalfundinum setti SAS seg ímóti, og tí verður ætlanin slept. Grønlendska sjálvstýrið, danski staturin og flogfelagið SAS eiga partapeningin í Air Greenland, og umboðini mugu vera samd, um felagið skal gera álvara av sínum ætlanum.
Landstingsforkvinnan, Aleqa Hammond, er vónbrotin av SAS, og heldur at flogfelagið samantvinnar keyp av tyrlum, við ætlaða keypið av partabrøvum í Air Greenland.
Sjálvstýrið er einasti áhugaði keypari av partabrøvunum hjá SAS. Sjálvstýrið hevur hildið seg aftur, tí partabrøvini eru ov dýr.
Aleqa Hammond sigur, at tað er vánaligur framferðaháttur, at SAS nú roynir at kroysta sjálvstýrið við at forða keypinum av nýggjari tyrlum.
-Vit vilja fegin hjálpa SAS at taka seg aftur úr felagnum. Men vit vija ikki samráðast undir tílíkum trýsti. Tað er ikki gott fyri nakran, serliga ikki fyri fólkið í Grønlandi. Fyri at tryggja bestu ferðamøguleikarnar í landinum, fara vit fara nú at seta okkum í samband við donsku stjórnina, sum eisini er partaeigari í SAS.Vit mugu tryggja ein positivan dialog um framtíðar eigaraviðurskiftini hjá SAS í Air Greenland, sigur Aleqa Hammond.
Benny Zakrisson umboðaði SAS á eykaaðalfundinum.
-Vit eru sinnað at skifta Bell tyrlurnar út. Men vit vera noydd at hyggja at heildini og finna eina loysn sum góð fyri alt Grønland, sigur Benny Zakrisson við blaðið Sermitsiaq.
Mynd: Sermitsiaq