Í einari roynd at sleppa burtur úr fíggjarkreppuni hevur skandinaviska flogfelagið SAS gjørt av at fara undir ikki færri enn 45 nýggjar rutur næsta ár.
Millum annað er talan um seks summarrutur úr Kastrup til frítíðarplássini Palermo, Pula, Biaritz, Alanya, Gazipasa, Thessaloniki og Cagliari. Men SAS ætlar eisini at flúgva fleiri nýggjar rutur alt árið, eitt nú til Prag, Budapest og til Newcastle, og í apríl kemur ein beinleiðis ruta til San Fransisco seks ferðir um vikuna.
Av teimum 45 nýggju rutunum verða 17 úr Noregi, 11 úr Svøríki og 10 úr Danmark, og tær seinastu sjey verða úr Finnlandi.
Tá SAS fyri nøkrum døgum síðani fekk semju við fakfeløgini hjá starvsfólkunum um minni løn og longri arbeiðstíð, boðaði leiðslan frá, at felagið fer úr verjustøðu í álopsstøðu við millum annað nýggjum rutum.