SAS fer ikki á húsagang

Skandinaviska flogfelagið SAS sleppur undan húsagangi. Tað er greitt, eftir at allir starvsfólkabólkarnir hava skrivað undir nýggjar sáttmálar við leiðsluna.

Tey flestu fakfeløgini skrivaðu undir tíðliga í morgun, og fyri løtu síðani kom tann seinasti sáttmálin upp á pláss, tá felagið hjá teimum donsku starvsfólkunum í flogførunum skrivaði undir. Sum myndin vísir, vóru fólk fegin um, at felagið var bjargað.

Teir nýggju sáttmálarnir bera millum annað í sær, at lønin lækkar, og at starvsfólkatalið fer úr 15.000 í 9.000.