Anko van der Werff verður nýggjur samtaksstjóri í skandinaviska flogfelagnum SAS. Hann avloysir Rickard Gustafson og tekur við starvinum í seinasta lagi 15. juli.
Nýggi stjórin er 45 ára gamal og kemur úr einum starvi sum samtaksstjóri hjá Avianca í Kolumbia. Áðrenn tað hevur hann millum annað arbeitt hjá Aeromexico, Qatar Airways og KLM.
SAS hevur nógvar avbjóðingar í løtuni. Koronafarsóttin hevur rakt flogfelagið hart, og líkt er til, at felagið fær brúk fyri fleiri pengum fyri at hóra undan.
“At verða nýggjur samtaksstjóri í SAS er mær ein stórur heiður. SAS er fremsta flogfelag í Skandinavia við einum sterkum brandi og eini stoltari flogsøgu, sum hevur havt stóran týdning fyri at samanbinda økið á heimamarknaðinum eins væl og við restina av verðini,” sigur Anko van der Werff í tíðindaskrivi og heldur fram:
“Tað er eingin loyna, at Covid-19 hevur ávirkað alla flogvinnuna, men SAS hevur eitt sterkt grundarlag at byggja víðari á, og eg eri vísur í, at við samstarvi millum allar partar fer SAS at koma sterkari út úr hesum.”