SAS er meldað til løgregluna

Danska ferðslustýrið hevur meldað flogfelagið

Í dag er flogfelagið SAS meldað til løgregluna av danska Ferðslu-, Byggi og Bústaðarstýrinum.

Ritzau skrivar, at orsøkin er eitt mál um manglandi afturrindan av óbrúktum flogferðaseðlum í sambandi við koronufarsóttina. Tá ið koronusmittan breiddi seg, vóru nógvar flogferðir avlýstar, og nógv fólk bóðu um at fáa pengar aftur fyri flogferðaseðlar, tey høvdu keypt, men ikki kundu brúka.

Summi fólk hava havt trupulleikar við at fáa pengarnar aftur, og tí gav Ferðslu-, Byggi og Bústaðarstýrið í heyst tólv flogfeløgum boð um at tryggja, at viðskiftafólk fingu pengar aftur fyri óbrúktar flogferðaseðlar. Í desember vóru tíggju av flogfeløgunum meldað til løgregluna, tí tey høvdu ikki fylgt boðunum. SAS og Lufthansa vórðu ikki meldað, tí stýrið vildi hava eina frágreiðing frá feløgunum, áðrenn støða varð tikin til melding.

Nú hevur Ferðslu-, Byggi og Bústaðarstýrið fingið frágreiðingarnar, og við støði í teimum hevur stýrið meldað SAS fyri ikki at fylgja boðunum. Lufthansa verður ikki meldað.

– Stýrið hevur í lagt dent á, um tað hevur lukkast at endurrinda óbrúktar flogferðaseðlar í samsvari við tær freistir, sum stýrið ásetti, verður sagt í einum tíðindaskrivi.

Ákæruvaldið skal nú taka støðu til, um flogfeløgini skuldu ákærast.