SAS-eigari vil hava Danmark, Noreg og Svøríki um at gera meira

Størsti partaeigarin í SAS, Jacob Wallenberg, vil hava meira hjálp frá skandinavisku londunum.

Størsti privati partaeigarin í skandinaviska flogfelagnum, SAS, Jacob Wallenberg, biður Danmark, Noreg og Svøríki um at gera meira fyri at bjarga felagnum.

Tað sigur Jacob Wallenberf við norska blaðið Dagens Næringsliv sambært norsku tíðindastovuni NTB.

– Tað eru ikki flogfeløgini, sum hava elvt til støðuna, men uttanhýsis viðurskifti, sum menniskju ikki hava tamarhald á. Einki flogfelag einsamalt klárar at loysa trupulleikarnar, sigur Jacob Wallenberg við Dagens Næringsliv.

64 ára gamli sviin er partur av Wallenberg-familjuni í Svøríki, sum við 6,5 prosentum av partabrøvunum er størsti privati partaeigarin í SAS.

Teir báðir størstu partaeigararnir eru danski og svenski staturin, sum eiga hvør sær eitt sindur oman fyri 14 prosent av partabrøvunum.

– Øll lond mugu fyrihalda seg til, um flogvinnan er viðkvæmt undistøðukervi. Fyri mær er eingin ivi, ja, sigur Jacob Wallenberg.

SAS tryggjaði sær í vikuni sum fór eitt lán upp á 3,3 milliardir svenskar krónur, svarandi til 2,3 milliardir í okkara krónum, har av 90 prosent av hjálpini er eitt ríkisveðhald frá Danmark og Svøríki.

Danska stjórnin hevur sagt, at tað kann gerast aktuelt við einum nýggjum láni.

Norska stjórnin hevur fyrr veitt eitt lán upp á 1,5 milliardir norskar krónur, svarandi til eina milliard danskar krónur.

Næringsdepartementet, sum er norska ídnaðar- og handilsmálaráðið, sigur við Dagens Næringsliv, at trygdarveitingin frá norsku stjórnini longur er »munandi«.

Talið av ferðafólkum við SAS flogførunum fall í apríl við 95,7 prosentum samanbirup vup sama mánað í fjør vegna avmarkingarnar í koronafarsóttini. Tað vístu tølini hjá SAS í síðstu viku.

– Vit hava enn avbjóðingar, sum hava stóra ávirkan á forrætning okkara, segði aðalstjórin í SAS, Rickard Gustafson í einum tíðindaskrivi.

Í apríl fleyg felagið við bara 95.000 ferðafólkum. Tað er munandi færri enn í apríl í fjør, tá umleið 2,1 millión ferðandi vóru við SAS.

9. mai boðaði uttanríkisráðið í Danmark frá, at tey frámæla øllum ikki-neyðugum uttanlandsferðum til 31. mai.

/ritzau/