Tann 72 ára gamli Jiang Yanyong gjørdist sonn tjóðarhetja í Kina, tá hann í fjør avdúkaði, at teir kinesisku myndugleikarnir royndu at dylja ymsar upplýsingar um ta herviligu lungnasjúkuna SARS.
Í februar í ár fanst hann aftur at myndugleikunum. Hesaferð skrivaði hann eitt bræv, har hann fordømdi hópdrápið hjá Himmalfriðartorginum í Beijing í 1989. Ein mánað seinni fingu útlendskir fjølmiðlar fatur á brævinum, og sambært amerikanska blaðnum The Washington Post er tað innihaldið í hesum brævinum, sum hevur fingið myndugleikarnar at seta tann atfinningarsama læknan í húsavarðhald.
Sambært blaðnum vóru læknin og kona hansara á veg á amerikonsku sendistovuna í Beijing at fáa sær innferðarloyvi til USA, har dóttur teirra býr. Men á vegnum vórðu tey tikin. Síðani hevur læknin sitið í húsavarðhaldi. The Washington Post skrivar, at myndugleikarnir hava hótt við at lata hann sita har, til hann "hevur broytt hugsan". Formliga er hann ikki varðhaldsfongslaður, og hann er heldur ikki ákærdur fyri nakað ólógligt.
Tað fekk fleiri leiðingar, tá Jiang Yanyong í fjør avdúkaði, at myndugleikarnir duldu upplýsingar um SARS-sjúkuna. Tá blaðið Time Magazine prentaði avdúkingarnar, fingu heilsumálaráðharrin og borgarstjórin í Beijing sekkin. Samstundis skipaðu myndugleikarnir fyri einum umfatandi kunningarátaki um SARS.