Tað heldur Kåre Mølbak, sum er yvirlækni á danska Serumstovninum.
Hann sigur, at fer SARS at breiða seg til tey fátækastu og tættast bygdu økini í Asia so sum India ella til Afrika, kann tað fáa ræðuligar avleiðingar.
Sum er doyggja millum trý og fýra prosent av teimum, sum fáa sjúkuna, og tað er ikki nógv meiri enn av einari vanligari influensu. Men fyritreytin fyri, at hetta er so, er, at sjúklingarnir fáa ta røttu viðgerðina. Rakar sjúkan øki, har heilsuverkið er vánaligt, verður myndin heilt ein onnur, sigur danski yvirlæknin.
Kåre Mølbak heldur, at tað er hesin vandin, sum hevur fingið alheimsheilsustovnin WHO at ráða fólki frá at ferðast til tey økini, har sjúkan gongur.
? Eitt eru tær heilsuligu avleiðingarnar av sjúkuni. Nakað annað er, at sjúkan eisini er tyngjandi fyri samfelagsbúskapin og heilsuverkið í teimum økjunum, sum verða meinast rakt av henni, sigur Kåre Mølbak.
WHO hevur higartil skrásett 3.169 tilburðir av SARS. 144 fólk eru deyð av sjúkuni, og 1.499 fólk fáa viðgerð, sigur WHO.