SARS hevur longu kostað 200 mia. krónur

Hildið verður, at lungnasjúkan SARS hevur kostað einar 200 milliardir krónur, og at tað kann taka eitt heilt ár, áðrenn nakar egnaður heilivágur verður tøkur.

Lungnasajúkan SARS hevur sambært tíðarritinum Time kostað heimssamfelagnum einar 200 milliardir krónur, síðani hon varð staðfest.

Kanada er tað landið í Vesturheiminum, sum er meinast rakt av SARS, og tað hevur eisini fingið avleiðingar har. Kanadiski íløgubankin J. P. Morgan Securities í Toronto missir einar 200 milliónir krónur um dagin orsakað av SARS, skrivar Time.

Í Asia halda búskaparfrøðingar, at Kina og Suðurkorea fara at missa einar tólv milliardir krónur í part, tí munandi færri ferðafólk fara at vitja tey bæði londini. Í Japan og Hongkong rokna tey við at missa umleið sjey milliardir krónur í part av somu orsøk.

Asiatiski menningarbankin ADB sigur, at búskaparligi vøksturin í Asia fer at minka millum 0,1 og 0,2 prosentstig í ár orsakað av SARS. Bankin sigur, at sjúkan fer kortini ikki at órógva búskapin stórvegis í teimum flestu londunum, og í verður roknað við, at búskaparvøksturin í Asia kortini verður umleið 5,7 prosent í ár.

Sunnudagin doyði ein 79 ára gomul kvinna í Toronto í Kanada av SARS, og har við hevur sjúkan kravt 21 mannalív í Kanada. Kanadisku myndugleikarnir hava skrásett 344 tilburðir av sjúkuni, og av teimum eru 269 skrásettir í Toronto.

Í gjár boðaðu indonesisku myndugleikarnir frá, at har hevði SARS kravt tað fyrsta mannalívið. Samstundis kunngjørdu myndugleikarnir í Vietnam, at teir halda seg hava fingið tamarhald á sjúkuni. Sagt varð, at eingin nýggur tilburður er skrásettur seinastu tríggjar vikurnar.

SARS hevur nú kostað 318 fólkum lívið, og meiri enn 5.000 fólk í 26 londum eru vorðin smittað, síðani sjúkan fyrstu ferð varð staðfest í Kina í november.