Fyri jól boðaðu kinesisku heilsumyndugleikarnir frá, at teir kannaðu ein 32 ára gamlan mann, tí illgruni var um, at maðurin hevði ta herviligu lungnasjúkuna SARS, og nú er staðfest, at talan er um ta sjúkuna.
Tá SARS gjørdi um seg í kinesiska landspartinum Guangdong seinast, vildu serfrøðingar vera við, at sjúkan hevði samband við eitt serligt kettuslag, sum ver rættiliga vanligt har. Kanningar seinni hava eisini víst, at eitt virus, sum er funnið hjá hesum kettunum, líkist sera nógv virusroyndum, sum eru tiknar hjá SARS-sjúklingum.
Tí hava myndugleikarnir í Guangdong nú gjørt av at avlíva fleiri túsund kettur av hesum slagnum, samstundis sum teir eggja fólki til at beina fyri so nógvum rottum og kakerlakkum, sum tey yvirhøvur kunnu. Á tann hátt kann tað eydnast at forða fyri, at sjúkan skal fara at gera um seg av álvara, sigur heilsumyndugleikarnir.
Á Filipsoyggjunum kunngjørdu myndugleikarnir í gjár, at teir hava eftirlit við einari kvinnu, tí illgruni er um, at hon kann hava fingið SARS. Kvinnan hevur arbeitt í Hongkong, men kom aftur til Filipsoyggjarnar beint fyri jól.