Nicolas Sarkozy verður neyvan afturvaldur til forseta í Fraklandi á valinum, sum verður í mai næsta ár. Harafturímóti hava sosialistarnir besta møguleikan at fáa tann næsta forsetan.
Ein nýggj meiningakanning vísir, at stillar Dominique Strauss-Kahn upp fyri sosialistarnar, fer hann at vinna tað fyrra valumfarið. Eftir meiningakanningini fær Strauss-Kahn 30 prosent av atkvøðunum í fyrra umfari, Marie Le Pen úr høgraflokkinum Front National fær 21 og Sarkozy 19 prosent.
Kappingin um forsetaembætið fer sostatt at standa ímillum Dominique Strauss-Kahn og Marie Le Pen, og her vinnur Strauss-Kahn, sigur meiningakanningin.