Sarkozy slapp undan gølumáli

Fyrrverandi franski forsetin Nicolas Sarkozy verður ikki ákærdur fyri at hava tikið ímóti ólógligum pengum til forsetavalstríðið í 2007. Tað var greitt, eftir at Sarkozy hevði verið til drúgva avhoyring í gjár.

Tann 57 ára gamli Sarkozy, sum fór frá fyri einum hálvum ári síðani, er undir illgruna fyri at hava fingið meiri enn eina millión krónur frá L'Oreal-arvinginum Liliane Bettencourt, annaðhvørt beinleiðis ella ígjøgnum millummenn. Eftir franskari lóg kann eitt valevni ikki fáa meiri enn 35.000 krónur í valstuðuli frá einum einstaklingi.

Sarkozy er lagdur undir at hava gjørt sær dælt av, at tann nú 90 ára gamla Bettencourt var sjúk og ikki visti, hvat hon gjørdi, men hann hevur alla tíðina noktað seg sekan.

Liliane Bettencourt, sum líður av Alzheimers, sigst eiga 18,6 milliardir evrur ella einar 140 milliardir krónur.