Á einum fundi fyri sendiharrum í gjár ávaraði franski forsetin, Nicolas Sarkozy, onnur lond ímóti at leypa á Iran við hermegi. Hann segði, at eitt tílíkt álop fer at elva til kríggj og upploysn í øllum Miðeystri.
USA og Ísrael hava nevnt, at tað kann koma upp á tal at søkja at málum í Iran, um iranar halda fram við sínari kjarnorkuverkætlan, og um tiltøk av øðtum slagi ikki muna nóg mikið.
Sarkozy segði í røðuni fyri sendiharrunum, at hermegi fer ikki at loysa trupulleikan við Iran og landsins kjarnorkuverkætlan. Tvørturímóti fer eitt hernaðarátak at syndra Miðeystur.
-Tí fer Frakland at gera alt, sum gerast kann, til tess at forða fyri, at onnur lond fara at brúka hermegi ímóti Iran, segði franski forsetin.









