Sarkozy greiður vinnari

Nicolas Sarkozy vann sum væntað greiðan sigur á franska forsetavalinum. 84 prosent av teimum fronsku veljarunum vóru á vali í gjár, og 53 prosent av teimum atkvøddu fyri Nicolas Sarkozy, sum tí tekur við sum forseti eftir Jacques Chirac. 47 prosent atkvøddu fyri Séloléne Royal.

-Eg havi virðing fyri Ségoléne Royal og teimum veljarunum, sum valdu hana, og eg ætli mær at vera forseti hjá øllum fransmonnum, segði Sarkozy í takkarrøðu síni í gjárkvøldið.

Politiskir eygleiðarar siga, at nývaldi forsetin fer at bøta um viðurskiftini millum Frakland og USA, og hann fer eisini at styrkja støðu Fraklands í ES.