Sarkozy dyrgir høgrumegin

Í Fraklandi er Nicolas Sarkozy farin at dyrgja eftir veljarunum hjá flokkinum Front National, sum ganga leysir, nú valevni floksins, Marie Le Pen, ikki er við í kappingini longur.

Marie Le Pen fekk 18 prosent í fyrra valumfari í gjár, og tað var meiri, enn eygleiðarar høvdu væntað. Pápi hennara, Jean-Marie Le Pen, stillaði upp í 2007 og fekk góð 10 prosent av atkvøðunum.

Sarkozy fær brúk fyri atkvøðum frá Front National. Tann vinstrasinnaði Jean-Luc Melenchon, sum reyk út í fyrra umfari, hevur biðið sínar veljarar velja sosialistin Francois Hollande í seinna umfari.

Sarkozy hevur bjóðað Hollande av til tríggjar kjakdystir upp undir seinna valumfar, sum verður tann 6. mai, men Hollande sigur, at tað er nóg mikið við einum kjakdysti.

Kanningar benda á, at Hollande fer at vinna seinna umfar og sostatt forsetavalið við 54 prosentum ímóti 46.