Sarkozy: -al-Assad skal frá

Franski forsetin, Nicolas Sarkozy, legði ikki fingrarnar ímillum, tá hann í dag segði sína hjartans hugsan um sýriska starvsbróður sín, Bashar a-Assad.

-Hann er sekur í einum ræðandi hópdrápi móti sínum egna fólki og eigur at fara frá, segði Sarkozy á einum fundi við fronsku herleiðsluna í dag.

Franski uttanríkisráðharrin, Alain Juppé, segði í dag, at hann hevur ikki serliga stórt álit á eftirlitsmonnunum, sum Arabiska Samgongan hevur sent til Sýrialands. Hann setti spurnartekin við, um eftirlitsmenninir hava fingið frítt at fara, og hann helt tí, at tað er øll grund til at ivast í sannleikanum, sum teir skriva.