Sarkozy afturhildin av løgreglu um Gadaffi-pengar

Fyrrverandi franski forsetin, Nicolas Sarkozy, er mistonktur fyri at hava fingið milliónir evrur frá Muammar Gadaffi.

 

Hann er í dag afturhildin av løgregluni, sum kannar libyskan undandrótt í sambandi við valstríðið í 2007.

 

Tað upplýsir ein kelda við dómstólarnar.

 

Sarkozy skal í 2007 hava fingið nakarar milliónir evrur frá fyrrverandi leiðaranum í Libya, Muammar Gaddafi. Ein kelda sigur við AP, at Sarkozy í morgun verður avhoyrdur av løgregluni á støðini í Nanterre vestan fyri París.

 

Í Frankaríki byrjaði ein kanning í 2013 í sambandi við skuldsetingar um ólógiliga stuðul frá Libya.

 

Brice Hourtefeux, ein fyrrverandi ráðharri í stjórnini hjá Sarkozy, er eisini avhoyrdur í morgun av løgregluin í Libya-málinum. Tað sigur ein onnur keldur, sum hevur tætt samband við kanningararbeiðið.

 

Sarkozy var forseti í Frankaríki frá 2007 til 2012. hann hevur altíð noktað, at hann skuldi hava fingið ólógligan stuðul í sambandi við valstríðið.

 

Ákæran um libyska sambandið hevur hann kalla »andskræmiligt«.

 

Málið tók dik á seg, tá ein fransktlibyskur embætismaður, Ziad Takieddine, greiddi frá sínum leikluti í miðoinum Mediapart.

 

Hann greiddi frá, at hann lat eitt kuffert við fimm milliónum evrum í kontantum, sum hann hevði heintað í Libya, til Sarkozy og fyriverandi stabstjóran Claude Gueant.

 

Tilsamans kannar løgreglan pástandir um, at 50 milliónir evrur vórðu veittar til sArkozy og valstríð hansara.

 

Tann upphæddin, sum er langt oman fyri tað, sum loyvt er fyri politiskt valstríð. Tað hjóðar upp á 21 milliónir evrur, skrivar AP.

 

Takieddine segði eisni Mediapart, at hann hevði fingið tær fimm milliónir evrurnar frá stjóranum í fregnartænastuni hjá Gaddafi.

 

Hann segði, at hann við trý høvi gav Sarkozy og Gueant pengarnar.

 

Tað var í innanríkisráðnum, har Sarkozy tá var ráðharri.

 

/ritzau/Reuters