Sarah setur gongd á tónleikaundirvísing

Í Danmark er tað blivið ógvuliga vælumtókt at ganga á musikkskúla, og tað hevur úrslitað í longum bíðitíðum. Lærarar halda, at orsøkin er talentkappingar og telduspøl. Nýggjasta kanningin frá danska Mentamálaráðnum vísur, at áhugin fyri serstakliga guitar og solosang er vaksin við 38 prosent seinastu fýra árini.

 

Lærarin Niels Græsholm heldur, at ein partur av frágreiðingini er, at tøknin og talentsendingarnar gera um seg hjá ungdóminum.

 

-Tá ið umræður solosang, er talan helst um ávirkan frá eitt nú X-Factor. Og tá ið talan er um guitar undirvísing, er tað helst partvíst orsaka av spælinum Guitar Hero, har tað snýr seg um at raka røttu tónarnir á einum guitara, sigur hann við Dr.

 

Niels Græsholm vísir á, at hetta er eitt rák, sum vindur uppá seg í mestsum øllum framkomnum londum. Hann heldur, at vansin við hesum rákinum er, at tey meira klassisku instrumentini ikki koma til sín rætt í nýggja ættarliðinum av tónleikanæmingum.

 

Kelda: dr.dk