Hesi eru ráðini frá X-Factor Sarah til føroysk samkynd. ? Eg haldi, at tit mugu verja tykkara rætt og ikki finna tykkum í, at onnur vilja broyta tykkum, sigur Sarah við Sosialin í dag. Hóast bert 15 ára gomul, so hevur Sarah víst, at hon hevur bein í nøsini, og hon torir at standa við sín samleika.
Hon er samkynd, og hetta hevur millum annað skapt trupulleikar í familju hennara, tí pápi hennara vildi ikki góðtaka hennara seksualitet. Men kortini valdi Sarah at standa við sítt.
-Tú kanst ikki broyta tína persónligheit ella tín samleika. Eg eri tann, sum eg eri, og tað er millum annað ein samkynd genta, staðfestir Sarah.
-Mítt besta ráð til samkyndar føroyingar er, at tit mugu verja tykkara rætt til at liva, sum tykkum listir. Eingin hevur rætt til at broyta tykkum, sigur unga songkvinnan við Sosialin í dag.
Longri samrøða er við Sarah, í dagsins útgávu av Sosialinum.










