Føroyski boksarin Sarah Mahfoud vann í gjárkvøldið boksidyst ímóti týsku Lara Ochmann. Hetta var fyrsti dystur hjá Mahfoud, síðani hon misti HM beltið í fjør.
Dysturin vardi allar 10 umgangir, men Sarah Mahfoud var tryggur vinnari. Hon rakti ferð eftir ferð týsku mótstøðukvinnuna á kroppin og høvdið.
Sigurin gav Sarah Mahfoud sonevnt silvur-belti í fjøðurvekt hjá WBC felagsskapinum. Hetta fer at økja hennara møguleikar at fáa dyst um HM-heiti aftur.
– Eg ætli mær uttan iva at vinna eina HM-finalu afturat, segði Sarah Mahfoud við Sosialin um vikuskiftið.