Sarah Mahfoud tapti ímóti avstralsku Nicholson

Sarah Mahfoud misti møguleikan at ogna sær WBC HM-beltið í fjøðurvekt eftir tapið ímóti Skye Nicholson

Hálvføroyski boksarin Sarah Mahfoud tapti dystin ímóti avstralsku Skye Nicholson um WBC HM-beltið í fjøðurvekt.

Sarah Mahfoud tapti dystin upp á stig eftir tíggju umfør ímóti avstralsku kvinnuni í amerikanska býnum Las Vegas.

Dysturin var bara annar dysturin hjá Sarah Mahfoud uttanlands nakrantíð.

Tað var eisini bara annað tap hennara nakrantíð.

Hinu ferðina hon tapti var tað júst tá hon boksaði á bretskari jørð í Manchester.

Tá tapti hon ímóti Amandu Serrano úr Puerto Rico.

/ritzau/