Hin 6. apríl skal Sarah Mahfoud í ringin í Las Vegas móti avstralska boksaranum, Skye Nicolson. Her skal Sarah Mahfoud royna at vinna WBC HM-beltið í fjøðurvekt
Á Instagram skrivar Sarah Mahfoud, at dysturin móti Skye Nicolson nú endaliga er komin upp á pláss.
- Hetta er nú alment, og vit síggjast í Las Vegas hin 6. apríl, skrivar hon.
Ritzau veit at siga, at møguleikin at gerast WBC-heimsmeistari er íkomin, tí verandi meistari, Amanda Serrano, slepti sínum VM-belti sum mótmæli móti reglunum.
Amanda Serrano er ónøgd við, at WBC ikki vil víkja frá reglunum um, at meistaradystur hjá kvinnum skal roknast yvir 10 umfør á tveir minuttir hvørt umfar.
##med2##
Avstralska, Skye Nicolson, hevur boksað níggju professionellar boksidystir og hevur vunnið teir allar.
Hinvegin hevur Sarah Mahfoud tapt ein dyst av sínum higartil 15. Hetta var nevniliga VM-dysturin móti Amanda Serrano á heysti í 2022.
Seinast, Sarah Mahfoud var í ringinum, var í oktober, tá hon vann á Marcela Acuña úr Argentina við stigum eftir loknan dyst.