Sarah Mahfoud: - Eg eri knúst

- Eg havi júst fingið boðini, og eg havi tað ikki serliga gott, sigur kvinnuligi boksarin, sum hevur røtur í Føroyum.

 

Professionelli kvinnuligi boksarin við føroyskum ættarbondum, Sarah Mahfoud, er í knúsi, eftir at hennara HM-dystur er avlýstur. Hon hevur høvuðpínu og roynir nú at skilja, at hennara lívs møguleiki er tikin frá henni. Hon skuldi nevniliga boksa um tvey HM-heiti í Las Vegas, men nú er alt avlýst.

BT veit í dag at siga, at dysturin móti Amanda Serrano, sum skuldi verða í Las Vegas hin 10. desember, er avlýstur, og allar ætlanir og dreymar hjá Sarah Mahfoud eru nú løgd til síðis. Amanda Serrano er ein stjørna í professionellari boksing. 

Tað var ein vónsvikin Sarah Mahfoud, sum BT hevði í telefonini í morgun:

- Eg havi júst fingið boðini, og eg havi tað ikki serliga gott. Eg veit ikki, hvat eg skal siga. Alt var lagt til rættis tær næstu vikurnar, og eg hevði væntað, at tey, sum skipa fyri, høvdu tikið hædd fyri støðuni í heiminum.

Sarah Mahfoud sigur, at hon er knúst, men at hon nú noyðist at royna at savna seg um boðini, hon hevur fingið. Møguleikin verður kanska at boksa ímóti Amanda Serrano eina aðru ferð, men nær tað kundi verið, veit Sarah Mahfoud ikki.