Føroyingar eiga í Sarah Mahfoud ein tvífaldaðan heimsmeistara í boksing.
Tað er greitt, nú hon júst hevur smurt týska avbjóðaran Nina Meinke av í Frederiksberg høllini 3-0. Dysturin var tó nokkso javnur, men dómararnir vóru samdir um, at heimsmeistaraheitið enn hoyrir til Sarah, sum harvið hevur vart sítt heitið, ið hon vann í 2020.
– Hetta hevur verið ein villur dagur. Eg eri bara so glað fyri at eg enn havi tað, og nú kann eg hugsa fram eftir og slappa av, sigur hon í samrøðu við in.fo beint eftir dystin.
LES MEIRA: – Eg havi tað heilt sjúkt
##med2##
##med3##
Sarah og Nina í nærdysti
##med4##
##med5##