Sarah Mahfoud er kend í danska boksiumhvørvinum, og er fleiri ferðir meistari. Hon hevur føroyska mammu og pápa úr Sýria. Hon búði í Føroyum til hon var 4 ára gomul.
Í annaðkvøld verður hálvføroyski boksimeistarin við í Vild Med Dans í donskum sjónvarpi.
Ekstrablaðið veit at siga, at Sarah gleððir seg til dansikappingina, síðar kjólar, høgar hælir og uppsett hár.
Í løtuni er hon upptikin av venjing saman við dansifelaga sínum Morten Kjeldgaard.
Sarah sigur seg onki hava ímóti kjólum og stilettum, men tað er heldur ikki nakað, ið hon vanliga fæst stórvegis við.
Men hon heldur tað stór uppliving at sleppa til hesa dansikappingina, og hon vl sleppa so langt sum gjørligt.
Vild Med Dans byrjar í annaðkvøld, 9. september, á TV2.