Tað er ein spent og errin familja, sum í løtuni bara bíðar til stóra brakið í Frederiksberg-høllini.
– Eg forvænti, at Sarah fer at klára seg ordiliga væl. Eg haldi ongantíð, at hon hevur vant so hart, sum hon hevur vant upp til hetta, sigur Heidi Mahfoud.
Allan Vígdisson Mahfoud verður við systur síni í ringhorninum, tá Sarah skal í ringin at boksa. Hann boksar sjálvur, og tey bæði stuðla hvørjum øðrum nógv í boksingini. Hann sigur, at hesin dysturin er nakað persónligt fyri Sarah, og tí veit hann, at hon fer at klára seg væl.
– Eg veit, at Sarah fer at taka heimsmeistaraheitið við heim til familjuna og til Føroya og til Danmarkar. Eg ivist ikki í tí, sigur Allan Mahfoud.
– Eg hopi, at hon vinnur. Men alt kann henda í boksing. Tað snýr seg um sekundir. Men hon hevur vant væl, so hon er klár, sigur Vígdis Jákupsdóttir, mamma teirra.
Síggið samrøðuna við Mahfoud-familjuna her:
##med2##
Les eisini: Brian Nielsen: – Hetta verður spennandi
Les eisini: Góður stemningur í høllini