Hálvføroyska Sarah Mahfoud er boksari á høgum støði, og gjørdist av álvara kend manna millum, tá hon luttók í donsku sendingini Dansifrøi, ella Vild med Dans.
Nú fær Sarah sín dreymadyst, tá hon skal í ringin í HM dysti móti Brenda Carabajal úr Argentina.
Danir nevna Sarah fyri nýggju donku boksivónina, og sjálv sigur hon, at hon hervið fær sín dreymadyst og at hon gleðir seg til henda dystin, sum er tann týdningarmesti á lívsleiðini higartil. Sarah hittir Brenda á heimavølli í Frederiksberg Hallerne tann 1. Februar 2020.
Sarah er fødd 29. September i 1989 í Tórshavn. Hon er 165 cm høg og vigar 57 kilo og er í flokkinum fjøðurvekt.