Sára Ryggshamar Nysted setti í morgun nýtt føroyskt met í 200 metrar rygg. Hon kom á mál við tíðini 2:19.29.
Nýggja metið er góð fimm sekundir skjótari enn gamla metið, 2:24.41, ið Elspa Mørkøre setti í Antwerpen, tá hon luttók í Evropameistarastevnuni fyri juniorar í 2007. Sostatt hevur gamla metið staðið í átta ár.
Sára Ryggshamar Nysted luttekur í hesum døgum í Heimsmeistarastevnuni fyri juniorar, ið verður hildin í Singapor. Umframt hana, so luttekur Vár Erlingsdóttir Eidesgaard eisini í kappingini.