Sára er nýggj á landsliðnum

Signe Pries Andersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið 23 spælarar til venjingardystirnar móti Malta og Albania, sum verða síðst í februar, skrivar Fótbóltssambandið

Sára Poulsdóttir á Líðarenda til vinstru, her til venjing við U19 landsliðnum - Mynd: Bjarni Enghamar

Signe Pries Andersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið 23 spælarar til venjingardystirnar móti Malta og Albania, sum verða síðst í februar, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Tveir venjingardystir hjá kvinnulandsliðnum eru á skránni í næstum. Talan er um dystir móti Malta og Albania, sum verða spældir á Malta ávikavist 22. og 25. februar.

 

Signe Pries Andersen er venjari hjá A-landsliðnum, og hon hevur nú sett navn á tær 23, ið eru boðsendar til ársins fyrstu landsliðsuppgávur.

 

Nýggj á landsliðnum er Sára Poulsdóttir á Líðarenda úr Víkingi. Sára hevur áður umboðað Føroyar á U19 landsliðnum, men hetta er fyrstu ferð, at hon er úttikin á A-landsliðið. Eisini er vert at leggja merki til, at Durita Hummeland úr KÍ, og Eyðgerð Mikkelsen úr Víkingi eru við aftur eftir ein steðg á landsliðnum.

 

Hópurin:

 

Rebekka Benbakoura, GPO Kastorias (Grikkaland)

 

Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)

 

Valborg Østerø, B36

 

Julia Naomi Mortensen, NSÍ

 

Sara Samson Lamhauge, NSÍ

 

Heidi Sevdal, NSÍ

 

Rúna Jacobsen, HB

 

Ása Stórá Carlsen, HB

 

Fridrikka Maria Clementsen, HB

 

Sunniva Willemoes, HB

 

Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ

 

Maria Vinjardsdóttir Johansen, KÍ

 

Durita Hummeland, KÍ

 

Birita Ryan, KÍ

 

Tóra Mohr, KÍ

 

Tórunn Højgaard Joensen, KÍ

 

Eyðvør Klakstein, KÍ

 

Malena Olsen, KÍ

 

Margunn Lindholm, KÍ

 

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur

 

Mona Rasmusdóttir, Víkingur

 

Sára P. á Líðarenda, Víkingur

 

Eyðgerð Mikkelsen, Víkingur

 

Sára Poulsdóttir á Líðarenda til vinstru, her til venjing við U19 landsliðnum - Mynd: Bjarni Enghamar