Sára Maria Johansen, rógvari av Tvøroyri, hevir við bátsfeløgum sínum, kvalifisera seg til OL, sum verður í París í ár. Og Tvøroyrar kommuna ger burturúr hesum á heimasíðu síni.
Einastandandi raska ítróttarkvinnan, Sára Maria Johansen, hevur í dag sett enn eina stóra striku undir, at hon hevur heilt serlig evnir, tá tað kemur til rógving, skrivar Tvøroyrar kommuna á tvk.fo.
Í dagsins W8 finalu í Lusern í Sveis, megnaðu Sára og bátsfelagar hennara at rógva seg til eitt 2. pláss og harvið kvalifisera seg til OL, sum verður í París í ár.
Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at danski “kvinnuáttarin” hevur megnað at kvalifisera seg til OL og er hetta tískil eitt sera stórt og týðandi úrslit fyri danskan róðrarítrótt.
Sára gjørdist heimsmeistari í innirógving á 2000 metrum í fjør og tá var hon og heilsaði upp á borgarstjóran, Kristin Michelsen, í heimstaðnum Tvøroyri. Sí grein um vitjanina her Greinar https://www.tvk.fo/content.asp?sid=5982&id=2
Tvøroyrar kommuna vil ynskja Sáru hjartaliga til lukku við fantastiska úrslitinum og allar bestu eydnu til OL í París, í summar – vit fara øll at fylgja við her heima, skrivar tvk.fo.