Sjúkrabilurin fór stutt fyri hálvleik úr Streymnesi við kós ímóti Landssjúkrahúsinum. Umborð var EB/Streyma vongverjin Alex dos Santos, sum longu eftir tjúgu minuttir varð borin á børu av vøllinum.
Santos er skaddur í økslini, og í Streymnesi kvíga teir fyri, at óstbeinið er brotið.
Tá ið Dagfinn Olsen bríkslaði fyri síðstu ferð í 1. hálvleiki stoytti ein grovur ælingur omanyvir Streymnes og vøllin við Margáir. Tað hava annars verið góð fótbóltslíkindi í 1. hálvleiki.










