Portugisiska landsliðið hevur júst havt tíðindafund undan HM undankappingarlandsdystinum móti Føroyum. Venjarin hjá Portugal hevði úr at siga um Føroyar, og peikaði á Atla Gregersen og Jóan Símun Edmundsson sum sterkastu vápnini hjá okkum.
- Um eg skal peika á tveir spælarar, so eru tað liðskiparin í verjuni, Atli Gregersen, og tekniski áleyparin, Jóan Símun Edmundsson, sum vit skulu ansa eftir, sigur Fernando Santos, venjari hjá Portugal.
Føroysku fjølmiðlarnir sloppu bara at seta tann eina spurningin, men Fernando Santos tosaði sum hann hevði ikki gjørt annað, enn at hyggja eftir føroyskum fótbólti, tá Jákup Ósá frá Norðlýsinum setti honum ein spurning.
- Seinast vit spældu móti Føroyum løgdu teir okkum undir trýst. Hesa ferð vænti eg, at teir fara at spæla meiri verjukent og meiri upp á teirra styrki, sum er eitt nú luftbóltar, sigur Fernando Santos.
Hann hevur eisini lisið upp á, at føroyska liðið helst fer at spæla við fimm í verjuni, men ávaraði eisini um, at føroyska liðið hevur staðið seg væl á útivølli. Millum annað helt landsliðsvenjarin hjá Portugal fyri, at Føroyar kundu havt javnað móti Sveis á útivølli.
- Tí skulu vit verða til reiðar, tá vit spæla móti Føroyum, sigur Fernando Santos at enda.
Rás2 sigur frá dystinum, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Rás2 byrjar at senda frá klokkan 15.30 við upptakt til U21 landsdystin móti Danmark, sum byrjar klokkan 16. Eftir U21 landsdystin verður farið í gongd við A-landsdystin. Aftaná verður 3. Hálvleikur.