- Tað er sjálvandi ein góður spælari, men hann kemur ikki til okkum, sigur Magnus Jørmundsson, formaður í ÍF
Les eisini: HB ynskir at útleiga Santos
Tað hevur annars ljóðað, at ÍF er eitt av feløgunum, sum hevur fingið møguleika at leiga Alex José dos Santos, sum tykist fáa ringt við at vinna sær fast pláss á liðnum hjá HB.
- Um ikki okkurt drastiskt hendir, so kemur hann ikki til okkum, staðfestur formaðurin í ÍF.
ÍF leitar eftir einum vinstra bakki, nú Jan Ellingsgaard ikki verður á liðnum komandi kapparár. ÍF bleiv í fjør nummar tvey annað árið á rað. Karl Løkin og Kristoffur Jakobsen eru komin til felagið, meðan menn sum Høgni Madsen, Øssur Dalbúð og Jan Ellingsgaard ikki vera við komandi ár.