Nú er greitt, hvar Alex Jose dos Santos fer at spæla fótbólt komandi kappingarár.
ÍF skrivar á heimasíðu sínari, at felagið hevur skrivað sáttmála við brasiliumannin, sum fyrr hevur umboðað B36, EB/Streym og HB.
Santos kom til Føroya í 2004, og upprunaliga varð hann ætlaður sum vinstri vongur hjá árstalsfelagnum. Í 2005 varð hann tó fluttur aftur á bakkin, og har hevur hann hildið til síðani, hóast tað meira enn so hendir, at hann dittar sær framvið í álopsspælinum. Sambært Faroesoccer hevur hann skotið 30 mál í fremstu føroysku deildini, síðani hann kom til Føroya.










