Santos heldur fram

Í Angola hevur MPLA-flokkurin hjá forsetanum, Jose Eduardo dos Santos, vunnið tryggan sigur á tjóðartingsvalinum, sum var í gjár. Sambært valnevndini hevur MPLA fingið 74 prosent av atkvøðunum, meðan tann størsti andstøðuflokkurinm, UNITA, hevur fingið 18 prosent.

Jose Eduardo dos Santos, forseti (myndin) hevur sitið við valdið í Angola í 33 ár, og sum formaður í tí vinnandi flokkinum hevur hann tryggjað sær at halda fram í forsetaembætinum.

Hetta er annað demokratiska valið í Angola, síðani borgarakríggið endaði í 2002. Tað fyrsta valið var í 2008, og tá fekk MPLA 81 prosent av atkvøðunum.